<<Aftur
Ræstkjætaveitslan & limalistin
Kunning tann 07. September 2009.
Sum áður nevnt fara vit at bjóða til ræstkjøtaveitslu tann 24. okt. 2009.
Nakar broytingingar eru samanborið við undanfarin ár.
Fyrst vil eg nevna luttøkuprísin. Avgerð er tikin um at luttøkugjaldið skal bera allar beinleiðis útreiðslir av veitsluni. Tað er bæði rættvíst og sunt fyri felagið, um man vil tí væl. Men tað ber eisini við sær, at luttøkugjaldi hækkar í ár. Men nú vita tit so hví tað er. Øll hini árini hava vit tert upp á kassan. Hetta er tó ongin gongd leið í longdini. Eisini skal havast í huga, at vit ikki hava kravt limagjald í eitt ár.
Í ár fara vit aftur at hava livandi tónleik. Hesaferð verður pallurin og tónleikaútgerðin rigga til áðrenn veitsluna. Hetta gera vit fyri, at steðgurin millum borðhaldið og dansin ikki gerst ov langur. Ein avleiðing av hesum er, at tað í ár einas verður borðreitt fyri 80 gestum til veitsluna í mun til góð 100 undanfarin ár.
Ein onnur avbjóðing, sum vit hava fingið í felagnum, eftir at vit hava havt teldutrupulleikar, er at limalistin ikki er dagførdur og partvís burturblivin. Her fara vit, at biðja tykkum limir, um at senda okkum post til urd@kallnet.fo ella við at sms á 26347145 við navn, bústaði, tlf og telduposti, so vit kunnu fáa ein dagførdan limalista.
Ætlanin við limalistin er millum annað at fáa stuðul frá Odense Kommunu, men fyri at vit kunnu fáa tað, er neyðugt við einum dagførdum limalista. Sum við so nógvum øðrum, so hava vit møguleika fyri at fáa størri stuðul fleiri vit eru, og hetta er samstundis ein áheitan til at fáa tykkum, okkara kæru limir, at skaffa fleiri afturat tykkum, so vit kunnu arbeiða fram ímóti størri ætlanum s.s. egin hølir.