Avlýsing
Kæru tit øll!
Tíverri var undirtøka ov lítið til, at tað var grundarlag fyri at halda eina veitslu, við góðum mati og góðum dansi.
Hetta hevur verið við til, at vit í nevndini eru í iva um, um tað er brúk fyri einum føroyingafelagið í Odense?
Fyri at finna útav tí, fara vit at heita á tykkum, um at venda aftur við hvat tit ynskja felagið skal arbeiða fyri?
Tað sum vit hava hoyrt, er at tann árliga ræstkjøtaveitslan var nógv sakna, er tað so?
Kanska er tíðin farin frá einum samlingsstaðið fyri Føroyingum, nú alnótin og flogferðslan ger tað so lætt at samskifta við Føroyar?
Men tykkara meining hevði verið góð at hoyrt.
Tit kunnu senda mail til urd@kallnet.fo
Vinarliga
Føroyingafelagið.