Jólagudstænasta
Jólagudstænasta og jólaheilsanir
Endiliga nærkast okkara hugnaliga høgtíð og eru tit øll hjartaliga vælkomin til jólagudstænastuna í Højby Kirkju kl. 15.00. Hartil skal sigast, at vit eru so heppin at fáa ein føroyskan prest til guðstænastuna.
Eftir guðstænastuna verður jólahugni fyri børn og vaksin i "sognehuset " nærhendis kirkjuna.
Har verður gløgg,kaffe,the og køkur og møguleiki fyri at senda jólaheilsanir heim til okkara kæru í Føroyum.
Okkurt gott verður eisini til tey smáu, og vónandi fer jólamaðurin at hava tíð at koma á gátt, meðan vit dansa runt um jólatræið.
Tiltakið er ókeypis, men børnini verða biðin um at hava eitt jólaprýið við í part, til at pynta jólatræið.
Vinarliga
Nevndin