Gomul tíðindi
Bloggan
<<Aftur

Jólagudstænasta

Jólagudstænasta og jólaheilsanir

Endiliga nærkast okkara hugnaliga høgtíð og eru tit øll hjartaliga vælkomin til jólagudstænastuna í Højby Kirkju kl. 15.00 tann 29. november. Hartil skal sigast, at vit eru so heppin at fáa ein føroyskan prest til guðstænastuna. 

Eftir guðstænastuna verður jólahugni fyri børn og vaksin i "sognehuset " nærhendis kirkjuna.

Har verður gløgg,kaffe,the og køkur og møguleiki fyri at senda jólaheilsanir heim til okkara kæru í Føroyum.

Okkurt gott verður eisini til tey smáu, og vónandi fer jólamaðurin at hava tíð at koma á gátt, meðan vit dansa runt um jólatræið.

Tiltakið er ókeypis, men børnini verða biðin um at hava eitt jólaprýið við í part, til at pynta jólatræið. Tað hevði verið hugnaligt um tað var nógv barnajólaklip.

Vinarliga

Nevndin


© Føroyingafelagið í Odense