Aðalfundu 07.03.2010
Aðalfundur felagsins veður sunnudagin 7. marts kl. 15, Hunderupvej 61, 5000 Odense C.
So nærkast tíðin tá felagið skal hava sín árliga aðalfund. Og við hesum fara vit at heita á tykkum øll, sum hava áhuga fyri felagnum, um at møta fjølment upp. Nú hava tit møguleika fyri at seta tykkara preg á felagið.
Fundurin verður tann 7. marts kl. 15 í Grønlendinga-húsinum, Hundurupvej 61 (í kjallaranum), 5000 Odense C.
Skrá sambart viðtøkum felagsins, §4 stk. 7.
http://ff-o.dk/index.php?id_det_mnu=7&mod=undersider&id_mnu=2
Tað verður gjørt vart við, at tríggir nevndarlimir og tveir eykanevndarlimir standa fyri vali.
Okkurt gott verður eisini afturvið einum kaffimunni.
Við vón um at góða undirtøku.
Vinarliga
Nevndin í Føroyingarfelagnum