Vetrarveitsla 27. februar 2010
Kæru tit øll sum í veitslulag eru!
Eftir sum undirtøkan ikki var nóg góð til ræstkjætaveitsluna, fara vit at nýta høvi til at gera eina veitslu, sum ikki ber preg av alt ov dýrum mati, men hóast tað, so er onki at ivist í, at vit fara at fáa ein góðan bita.
Tað verður grýtirættur við rís og salat afturvið. Kostaður verður einans 100,-
Sjálvandi hava vit eina barr, so tit ikki skulu ganga tyst :-)
Sum vanligt, fara vit aftur í ár at selja lutaseðlar, við sera góðum vinningum, so sum, ferðaseðlar frá Atlantic Airways, og atgongumerkir til konsert hjá Eivør í Rudme. Stuðla hevur Atlantic Airways.
Vetrarveitslan verður tann 27. februar kl 19 í Brigdehúsinum á Bogensevej 27 í Næsby, 5270 Odense N.
Tilmeldingarfreist til og við 20. februar. Tilmelding hjá:
urd@kallnet.fo ella fartlf. 26347145
Við vón um góða undirtøku.
Nevndin í Føroyingafelagnum